Ventilatiónsaggrigat
Vit bjóða hágóðsku ventilatiónsskipanir frá Dantherm Group A/S og Exhausto A/S og hava tí eitt breitt úrval av ventilatiónseindum, ið kann dekka ein hvønn tørv - Alt frá sethúsum til stórar ítrottarhallir og svimjihallir.
Fokus Sp/f hevur samstarvsavtalu og einaumboð uppá Dantherm Group A/S ventilatiónsskipanir í Føroyum. Dantherm, ið bæði framleiðir smærri og størri ventilatiónsskipanir, til privat og til ídnaðin er ein tann størsti framleiðarin av ventilatiónsskipanum í Danmark. Dantherm er serliga sterkir tá ið talan er um góðsku og tøkniligar snildir. Somuleiðis eru Danterm serkønir innan ventilatión og avfuktning av svimjihallum.
Dantherm RCV 320
Loft- og veggmodel hóskandi til sethús
RCV 320 er eitt sera effektivt og tætt sethúsaventiltiónsaggregat til sethús og íbúðir. Tað hevur eitt sera gott design og verður útvega við einari plug-and-play loysn við innbygdum stýripulti og við øllum neyðugum deilum til veggupphang.
Dantherm HCV 700
Veggmodel hóskandi til sethús
HSV 700 er eitt sera effektivt sethúsaventilatiónsanlegg, til sethús ella íbúðir, frá 450 m2 ella meira. Anleggið verður útvega fullfíggja við innbygdum stýripulti og við øllum neyðugum deilum til veggupphang. HCV 700 er frálík til veggupphang til minst 700mm av plássið. Alt hetta kann eisini fáast við standard veggskinnara.
Dantherm HCC 2PLA
Loft- og veggmodel hóskandi til sethús
HCC 2 er eitt eindømi og smidlig loysn til sethúsaventilatión. Við bara 30 cm av ísetingshædd er tað væl hóskandi til niðursett loft ella á ein vegg. Kanalirnar kunnu vendast elektroniskt, soleiðis at tað er møguligt, at føra tær bundnu kanalirnar antin til høgru ella vinstru. Eisini kann basisaggregatið setast uppá tær innsíðu ella útsíðu kanalirnar, sum eru í høgru ella vinstru síðu av aggregatinum
Dantherm DanX CF
Hóskandi til svimjihallir
DanX CF er ein sera effektiv avfuktingsskipan til útiluft við einum háeffektivum hitavekslara. Skipanin stillar fuktigheit og innitemperatur, samstundis sum, at hon hevur týðandi sparingar á raksturin, við upp til 80% í orkusparingum. Tann innbygda blandingsfunktiónin tryggjar, at tað einans verður útvega ta mongd av útiluft sum er neyðug. Hetta lækkar eisini rakstrarkostnaðin. Fríkøling er eisini ein møguleiki um summarið, har skipanin kann tilflyta upp til 100% av útiluft til umráðið rundan um svimjihylin via eitt bypass.
Dantherm DanX 1-2-3 HP
Hóskandi til svimjihallir
DanX HP samanbindir styrkirnar frá einum hitapumpuanleggið við eina skipan ið avfuktar, við hjálp frá útiluftini. Hitapumpan og háeffektivtivur dupultur hitavekslari rætta beinrakið vætuna og hitan í rúminum har svimjihylurin er.
Dantherm DanX XKS
Hóskandi til svimjihallir
DanX XKS er ein sera effektiv útiluft-avfuktingsskipan við einum háeffektivum hitavekslara. Skipanin stillar beinrakið fuktigheit og innitemperatur, samstundis sum, at hon hevur týðandi sparingar á raksturin, við upp til 80% í orkusparingum. Tann innbygda blandingsfunktiónin tryggjar, at tað einans verður útvega ta mongd av útiluft sum er neyðug. Hetta lækkar eisini rakstrarkostnaðin.
Fokus Sp/f hevur somuleiðis samstarvsavtalu við Exhausto, ið eru serkønir innan komfortventilatión og ventilator skipanum. Exhausto framleiðir framkomnar loysnir til bæði smærri og størri loysnir og eru kendir fyri teirra stóru sentralventilatiónsskipir til ítrottarhallir og størri bygningar.
DEX3000
Hóskandi til skúlastovur, kontórur, stovnar og fundarhølir
Eitt ventilatiónsaggregat er ein simpul loysn, har tað verður koyrt eitt ventilatiónsaggregat í hvørt rúmið, við einstakari tilføring gjøgnum vegg ella loft/tak. Hetta betýðir m.a, at tað ikki skal monterast ventilatiónskanlir og aðrar luftskiftisskipanir. DEX3000-aggregatini kunnu monterast leypandi, eftir tørvi. Monteringin kann gerast rúm fyri rúm ella bólk fyri bólk, uttan at tað ávirkar tann vanliga raksturin.
VEX330H
Hóskandi til størri bygningar
Eitt tað mest kompakta ventilatiónsaggregatið á marknaðinum við mótstreymsvekslara. Skapið er optimerað ímun til hitagagnnýti, luftmongd og orkuforbrúk. Hóast sítt kompakta skap, er fokus á eitt so einfalt eftirlit sum møguligt. VEX330H er viðmælt til sethúsaventilatión har luftvegirnir eru atskiltir, soleiðis at minkar um vandan at luktur og fuktur spreiðir seg við ventilatiónsskipanini.
VEX100-serien
Hóskandi til størri bygningar
VEX 140, 150 og 160 kunnu bíleggjast í vatnrættari ella loddrættari útgávu, har VEX170 harafturímóti einans kann fáast í vatnrættari útgávu. Hetta er ein sera smidlig aggregatútgáva, ið kann bíleggjast sum ein høgra ella vinstra útgáva. Endarørsplaceringarnar kunnu vera í síðu, topp ella botninum. Exhausto VEX-aggregatini eru gjørd til vanligar rakstrartreytir.
VEX200-serien
Hóskandi til størri bygningar
VEX200 er ein røð av orkuvinarligum lufthandfaringaraggregatum við snarandi hitavekslara og EC-motori. Tað kann veljast millum tvær motortypur: Standard og Háeffektiv. Teir mongu variantarnir geva ein stóra smidleika viðvíðkjandi montering og plasering, tí endarørsplaseringarnar kunnu vera í síðuni, topp og botninum.
VEX4000
Hóskandi til stórar bygningar, stovnar, virkir og hallir
EXHAUSTO VEX4000 er ein røð av aggregatum egna til nógvar ymiskar ventilatiónir. Tey ymisku sløgini av sektiónum kunnu bindast saman og tillagast, til stórt sæð ein og hvønn tørv. Aggregatini í VEX4000 røðini dekka ein kapacitet uppá 1.050 til 36.000 m3/h.
VEX5000
Hóskandi til stórar bygningar, stovnar, virkir og hallir
Aggregatið er kompakt og smidligt, tí tað verður samansett av ventilatiónslutum í eindum. Hesir mongu møguleikar geva tær stórt frælsi til at samanseta og skræddaraseyma tína egnu loysn. VEX5000 er ventilatión eitt øll endamál. Sniðið er komfortventilatión sum til ídnaðaranlegg við krøvum til luftkvalitet og til anlegg við høgum umhvørviskrøvum. Aggregatið er brúkaravinarligt og gevur tær atgongd via interneti ella hondterminali. Internetssamskifti góðtekur BACNet yvir TCP/IP og Modbus yvir RS485 ella TCP/IP