Ventilatiónsreins

Týdningurin ventilatiónreins er stórur og týdningarmikil partur av viðlíkahalds og góðskutrygging av eini ventilatiónsskipan.

Fokus Sp/f er veitari innan ventilatiónsreins til matstovum, gistingarhúsum, sjúkrahúsum, røktarheimum, stovnum v.m.

I nógvum framleiðsluvirkum, kontórbygningum, ítrottarhallum og stovnum eru ventilatiónskanalirnar ongantíð reinsaðar. Úrslitið eru skitin og dálkandi venttilatiónsrør ið eru fylt við deyða, gamla húð, støv og matrestum og aðrar bakteriur í sær, sum í ringasta føri kunnu elva til skimmul, astma og aðrar allergisjúkur. Herumframt, minkar hetta um virknaðin av ventilatiónsskipanini og økir um orkunýtsluna í bygninginum. Sostatt er tað sera týdningarmikið at hava eina virkandi og reina ventilatiósskipan. 

Fokus Sp/f hevur útlærd fólk til slíka reinsan og víðlíkahaldi av ventilatiónsskipanum og átakað okkum bæði smærri og størri uppgávur innan økið.

Vansarnir við einum ventilatiónskipan ið ikki er reinsa

  • Ringt inniklima, við hægri risiko fyri astma, allergi, høvuðpínu, troyttheit.
  • Størri innihald av CO2 og støv í luftini.
  • Hægri luftfuktiheit og betri karmar fyri skimmul og annan vøkstur.
  • Hægri váði fyri eldbrunna.
  • Heitari og meira kvali umhvørvi.
  • Kann hava skaða á útgerð og vørur.

 

Vit bjóða

  • Reinsan av ventilatiónsrørum.
  • Reinsan av ventilatiónsanlegg.
  • Ventilatiónstjekk.
  • Vit átakað okkum bæði størri og smærri uppgávur innan reinsan av ventilatiónsrørum. 

 

  • Reinsan av ventilatiónsrørum

 

  • Reinsan av ventilatión í stórkøkum/prosessventilatión (kliniska reinsan v. kemikalium)

             

  • Vit reina allar formar fyri ventilatiónsrørum óansæð um talan er um fleksrør, spiorør, fýrakanta, osfr. eisini til stórkøkarnir. Vit viðmæla at reinsan av vanligum rørum verður gjørt annaðhvørt ár ella ísamband við ventilatiónstjekk ella ráðføring frá okkum. Hetta er galdandi bæði fyri privat og vinnu. Í stórkøkunum ella øðrum prosess ventilatión er tað týdningarmikið at fáa reinsa rørini javnan fyri at tryggja arbeiðsplássið fyri evt. brand. 

 

Reinsan av ventilatiónsanlegg

  • Umframt at reinsa ventilatiosrørini, er eisini týdningarmikið at reinsa ventilatiónsanleggi sjálvt. Vit viðmæla at hetta verður gjørt minimum einaferð um árið ella samstundis sum filtur verða skift. 

 

Ventilationstjek

  • Tað er umráðandi at fáa kannað ventilatiónsrør av og á. Hjá Fokus Sp/f viðmæla vit at gera eftirlit annaðhvørt ár. Hetta er galdandi bæði fyri privat og vinnu. Fokus sp/f bjóðar ventilatiónstjek, har vit koma út við einum serligum kameraði og kannað ventilatiósrørinum og harvið kunnu staðfesta hvussu standurin er á ventilatiónsrørunum og um tørvur er á reinsan. Alt verður somuleiðis dokumentera og váttað, aðrenn og eftir reinsan.