Stórkøkar

 

Fokus Sp/f veitir alla køksútgerð til ídnaðin, júst til tín tørv. Vit hava eina breiða umboðan av køksútgerð, og harafturat holla vitan og royndir innan økið.

Vit veita køkar og útgerð til stovnar, matstovur, gistingarhús, skip v.m., og er onki ov lítið ella stórt. 

 

 

Amerikanska konsernin Whirlpool er millum stórstu fyritøkum innan yrki í heiminum og er kent fyri at veita sokallað “value-for-money” og sítt breiða úrval av alskyns hvítvørum, frá køliskáp og uppvaskimaskinur til pizzaovnar og frystarir.

Italska fyritøkan IMESA framleiðir burturav industri vaskimaskinur og turkitrumlur og eru sera virknir innan heilsuverkið og gistingarvinnuna í Evropa og Asia. IMESA er kent fyri sína góðsku og tøkniliga menning. 

Vit hava umboð uppá italska framleiđarin Olis. Olis er partur av stóru heimskendu konsernina Ali Group og er ímillum fremstu framleiðarum av stórkøkum til vinnuna, á landi og á sjónum, í Europa og er kent fyri sítt flotta design, slóđbrótandi tøkni og funktionalitet

Røttu køksamboðini gera gerandisdagin lættari og Fokus Sp/f hevur umboð uppá m.a. Santos, ið er ein alheimskendur franskur framleiðari av hágóðsku blendarum, mixarum og juicarum.  

Vit umboða Novameta, ið framleiðir alskyns vørur úr rustfríðum stáli til stórkøkin. Hetta fevnir um borð, skáp, undirskáp, kølarir eymhettur, vask, barir o.a.

Novameta er ein kendur veitari í vinnuni og snikkaraseymar útgerðina til okkara tørv og sostatt kunnu borð, eymhettur o.a. leverast eftir máti.