Ventilatión

 

Hjá Fokus Sp/f bjóða vit fjølbroyttar møguleikar fyri eitt gott inniklima. Vit veita ventilatiónsloysnir til bæði smærri og størri verkætlanir og arbeiða tætt saman við nakrar av størstu og mest framkomnu veitarum av ventilatiónsloysnum í Evropa. Somuleiðis hava vit serkøn og arbeiðsom fólk, ið eru útbúgvin hjá Teknologiska Institut í Danmark sum ventilatiónsspecialistar, sum saman við tær kunnu finna røttu loysn til tykkara tørv. 

 

 

Fokus Sp/f hevur samstarvsavtalu og einaumboð uppá Dantherm Group A/S ventilatiónsskipanir. Dantherm, ið bæði framleiðir smærri og størri ventilatiónsskipanir, til privat og til ídnaðin er ein tann størsti framleiðarin av ventilatiónsskipanum í Danmark. Dantherm er serliga sterkir tá ið talan er um góðsku og tøkniligar snildir. Somuleiðis eru Danterm serkønir innan ventilatión og avfuktning av svimjihallum.  

Somuleiðis hevur Fokus Samstarvsavtalu við Exhausto, ið eru serkønir innan komfortventilatión og ventilator skipanum. Exhausto framleiðir framkomnar loysnir til bæði smærri og størri loysnir og eru kendir fyri teirra stóru sentralventilatiónsskipir til ítrottarhallir og størri bygningar, umframt ventilatorar.

Vit samstarva og umboða Nordicco A/S, ið framleiðir framkomnar og alternativar ventilatiónsloynsir til íðnaðin. Nordicco er ein donsk fyritøka, ið hevur ment skipanir til at gagnnýta spilta orku og harvið kunna supplera og betra um orkunýtslu og effekt á verandi ventilatiónsskipanum. Nordicco hevur seinastu árini ment seg nógv og er at síggja í hópin av ítrottarhallum, svimjihylum og størri lágurbygninum runt heimin.