Søgan handan Fokus Industry Sp/f
Fokus Service var stovnað í 1980’unum. Tað vóru Christer Jacobsen og aðrir, ið yvirtóku radio- og hvítvøru verkstaðin frá Marsten P/F. Fyritøkan helt tá til á Hálsi í Tórshavn.
Tá kreppan kom fyrst í 1990’unum, tóku Katrin og Christer Jacobsen hvítvøru partin úr Fokus Service, sum síðani bleiv til Fokus Industry. Katrin Jacobsen varð stjóri í felagnum frá byrjan til hon doyr í 2017.
Felagið arbeiðir hesa tíðina við service av stórkøkum, industrimaskinum og útluftingsskipanir
MP Teknik Sp/f keypir meirilutan av felagnum í mai 2021.
Fokus Industry Sp/f fer í nýggj hølir á Grønlandsvegi 31, 100 Tórshavn, í 2021.
Í dag, (2023) gongur felagið undir navninum Fokus Industry Sp/f og hevur í stóran mun viðka um starvsfólkatoymi og tænastur og bjóðar m.a., heildarloysnir innan ventilatión- og inniklima, sensorar- og dátusavningar skipanir, køli/hitaskipanir, umframt stórkøkar.
Talenta Sp/f keypir meiriluta partin hjá MP Teknik Sp/f í oktober 2024. Felagið hevur 18 fólk í starv.