HVLS
Kennur tú hugtaki "HVLS" High-volume-Low-Speed?
Nordicco A/S, framleiðir framkomnar og alternativar ventilatiónsloynsir har fokus er á at gagnýta og endurvinna meira orku í luftinini og samstundis vera við at effektivisera og betra um inniklimaið. Nordicco framleiðir sokallaðar HVLS skipanir, sum stendur fyri high-volume-low-speed, og hetta er tí at hesar skipannirnar klára flyta stórar mongdir av luft hóast tær koyra sera spakuliga og púra ljóðleyst við minimalari orkunýtslu. HVLS skipanir eru sera hóskandi har høgt er til lofti og har hitin kann ferðast uppeftir, í m.a. ítrottarhallum, svimjihøllum, størri goymslum og bygningum. HVLS skipanir kunnu í slíkum førum skapa meira javnuvág í inniklimaðinum og effektivisera orkunýstlu vegna stóra luftskifti ið verður framt. Somuleiðis, kunnu HVLS skipanir køla niður um summari tá ið goymslur og hallir verða óv heitar.
Vit samstarva og umboða Nordicco A/S, ið framleiðir framkomnar og alternativar ventilatiónsloynsir til íðnaðin. Nordicco er ein donsk fyritøka, ið hevur ment skipanir til at gagnnýta spilta orku og harvið kunna supplera og betra um orkunýtslu og effekt á verandi ventilatiónsskipanum. Nordicco hevur seinastu árini ment seg nógv og er at síggja í hópin av ítrottarhallum, svimjihylum og størri lágurbygninum runt heimin.
NORTHERN AIR® MINI
Er ein lítil hvítur loftventilator ið kann stýrast við fjarstýring, sum eisini er eyðkenni við Northern Air® Mini. Ummálið er einans 1,5 metur í tvørmát.
Hesin loftventilatorurin er ein frálíkur máti at betra um inniumhvørvi í minni rúmum, so sum skúlastovum, kantinum, kontórum, fundarhølum og øðrum líknandi rúmum.
Loftventilatorurin er sniðgivin við trimum veingjum ið eru 31°. Hetta gevur hægstu luftflyting uttan at geva ljóð frá sær. Hóast sína lítlu stødd, so hevur loftventilatorurin eina imponerandi ávirkan á rúmið. Loftventilatorurin er framleiddur úr hørðum ABS plasti, ið egnar seg sera væl til innibrúk.
NORTHERN AIR® PRO
Northern Air® Pro er ein stórur loftventilator. Hesin stóri loftventilatorurin er partur av HVLS ventilatorunum. HVLS stendur fyri High Volume – Low speed. Sum navnið sigur, so flytur hetta slagið av ventilatorum eina stóra mongd av luft, heilt spakuliga og ljóðleyst. Hetta er ein sera úrslitagóður háttur, at útjavnað hitamunin millum gólvi og lofti.
Ein Northern Air® Pro loftventilatorur kann tryggja orkusparing, lækking av CO2 og eitt betri inniumhvørvi. Ein HVLS ventilator kann bæði standa einsamallur ella nýtast sum viðspælari til verandi ventilatiónsskipan. Harumframt er tað kannað og góðkent til bóltspæl í ítrottarhallum.
NORTHERN LIGHT® PRO
Northern Light® Pro er ein ventilator ið er bygdur til sóttreinsan av luft. Hetta er ein tann mest effektivi hátturin til sóttreinsing og útskifting av reinari luft. Hesin ventilatorurin hevur innbygt UVC-ljós í veingjunum. Spakuliga og ljóðleyst verður luftin í rúminum flutt uppum ventilatorin og trýst niðuraftur í rúmið. Harvið fer ein sera stór mongd av luft framvið hesar innbygdu UV-lampurnar á veingjunum. Uppá hendan mátan verður luftin støðugt sóttreinsa hvørjaferð luftin fer framvið UV-lampunum.
NORTHERN AIR® AGGRESSIVE ENVIRONMENT
Northern Air® Aggressive Environment er ein HVLS ventilator ið er bygdur til tað harða umhvørvi. Við øðrum orðum ein loftventilator ið er sera væl egnaður til svmjihallir og onnur umhvørvi við nógvari luftvætu. Á sama hátt egnar hesin loftventilator seg væl til framkomin framleiðsluvirkir, ella onnur avbjóðandi umhvørvir.
Eins og hinir HVLS loftventilatorarnir flytur hesin stórar mongdir av luft, spakuliga og við fáum snúningum um minuttin. Hesin mátin tryggjar eina støðuga blanding av luftini í rúminum.
Í svimjihallum loysir tað serliga trupulleikar við ov høgum innihaldi av skaðiligum gassi í uppihaldsrúmum. Við at skapa luftskifti minkar ein um innihaldið av t.d THM-stoffum. Blanding av hitaløgum útjavnar eisini luftvætu og hitamunir millum loft og gólv.
NORTHERN AIR® AMPLIFY
Northern Air Amplify er okkara størsti HVLS loftventilatorur ið er bygdur til at tola tungt arbeiði. Hesin ídnaðarventilatorurin er ein eyka stórur HVLS ventilatorur. Hann fæst í tveimum støddum: 6 metrar og 7,3 metrar í tvørmát. Hendan stóra støddin ger Northern Air Amplify til ein av verðins størstu loftventilatorum.
Sum ein partur av Northern Air® er hesin loftventilatorurin orkusparandi, lækkar CO2 og betrar um inniumhvørvi. Hetta er ein góð loysn til, at fáa sum best burturúr avbjóðandi ventilatiónsvirksemi í størri rúmum.
NORTHERN SKY®
Við Northern Sky® fært tú møguleikan at savna inn upplýsingar um títt inniumhvørvi. Soleiðis sært tú beinanvegin hvar tú kanst seta orkusparandi loysnir inn. Upplýsingarnar um títt inniumhvørvi verða vístar fyri tær, á ein einfaldan hátt. Tú kanst nemt fylgja við teimum parametrum sum hava stórstan áhuga hjá tær. Hetta kundi t.d verið: Hitamunurin millum gólv og loft, og um tað er hiti sum er fastur uppiundir loftinum, sum fer til spillis. Við øðrum orðum kanst tú skjótt kanna, um tú fært sum mest burturúr tínum hita. Við vitan frá Northern Sky® kanst tú gera tillagingar, við at rætta raksturin av ventilatorunum.
Alt verður mált við framkomnum sensorum ið mála hita, CO2 stig og ta lutfalsligu luftvætuna. Tú kanst bæði síggja beinleiðis upplýsingar og heinta farnar upplýsingar, ið sjálvirkandi goymast í tínum Northern Sky®