Avfuktarar
Vit hava eitt breitt úrval av avfuktarum til alskyns uppgávur - alt frá vegg og loft model, ið skulu verða permanent uppsett til flytbarir avfuktarir við hjólum, ið kunnu brúkast til skaðaservice ella sum fyribilsloysn.
Hvat er avfukting?
Tað sum tað snýr seg um er (RL), sum er tann relativa luftfuktigheitin. Hetta verður víst í % og fortelur okkum hvussu nógvur vatndampur er í luftini, í mun til hvussu nógv vatn kann vera í luftini við einum bestemtum temperaturi.
Tá ið temperatururin fellur, økist tann relativa luftfuktigheitin sum ger at luftin hevur minni evnir til at binda vætuna. Einaferð kemur man so til 100% RL (eisini kallað "døggpunktið"), sum er tá ið luftin ikki klárar halda vætuna longur og byrjar avgeva vatn í form av kondens.
Avfukting er sostatt tá ið tú tekur nakað av vætuni úr luftini.
Sum tummilfingurregul er tað umráðandi at halda tí relativu luft niðri undir 60% RL fyri at fyribyrgja rust, hýggj og annan vøkstur, ið kemst av høgari luftfuktigheit. Samstundis er tað umráðandi at fuktstøði á ímillum 50% og 55% fyri at tryggja eitt gott inniklima fyri fólk.
Hvat er munurin á kondens- og adsorptionsavfuktning?
Bæði eru avfuktarir, men vegna ymiskan uppbygna hóska teir seg til hvør sítt endamál í mun til at fáa optimalan virknað.
Kondensavfukting
- Ein kondensavfuktari sýgur fuktliga luft inn í avfuktarin og tvørturum eina køluflátu. Luftin kølnar skjótt undur døggpunkti, har vatndampur verður til kondens. Síðani verður tann latenti hitin endurnýttur. tann kalda luftin fer síðani ígjøgnum kondensatorin, sum hitar luftina upp aftur, sum síðani koyrur luftina út aftur í umhvørvi við einari lægri luftfuktigheit.
Adsorptionsavfukting
- Ein adsorptionavfuktari førir luftina til avfukting umverður ein silicagel-rotor. Síðani er eitt turkimiðil í, sum tiltrekkir fuktin og fjernar fuktina frá luftini. Aftanfyri rotarin deilist luftstreymurin, har helvtin fer út sum turr luft og hin helvtin verður nýtt til at regenerera rotarin. Hendan váta luftin skal hareftir út í rúmið aftur. Hendan mannagongdir endurtekur seg og harvið verður luftin avfukta spakuliga.
Hvar og nær skal eg brúka kondens- ella adsorptionavfuktara?
Fokus Sp/f hevur samstarvsavtalu og einaumboð uppá Dantherm Group A/S ventilatiónsskipanir. Dantherm, ið bæði framleiðir smærri og størri ventilatiónsskipanir, til privat og til ídnaðin eru serkønir innan avfuktning og bjóðar eina rúgvu av ymiskum loysnum til at basa fukti.