Vit í Fokus Sp/f bjóða eina rúgvu av ymiskum køli/hitaloysnum til vinnuna. Við snikkaragjørdum skipanum gjørdar eftir tørvi, kunnu vit saman við okkara veitarum dekka ein hvønn tørv, frá smærri 50-100 kW til 500-1000 kW. Okkara skipanir eru framtíðartryggjaðar og umhvørvisvinarlig og koyra í flestum førum uppá Co2 ella R290 (propan). 

Fokus Sp/f hevur samstarvsavtalu og einaumboð uppá Refra. Refra, framleiðir smærri og størri køli/hitaskipanir til ídnaðin og eru serkønir innan økið. Refra hevur serkunnleika innan luft-til-vatn køli/hitaskipanir og framleiðir skipanir eftir tørvi ið koyra uppá CO2 og nátturlig kølimiðil sum til dømis R290 (propan) v.m.