Innregulering av ventilatión
Tað er týdningarmikið at innregulera ventilatiónsskipanina fyri at fáa mest burturúr skipanini. Tað vísur seg at stórur partur av øllum ventilatiónsskipanum eru innreguleraði skeivt ella slettis ikki. Hetta merkir, sostatt at skeiv mongd av luft verður skift í bygninginum. Avleiðingarnar av hesum kunnu verða m.a. ovurstór nýtsla at streymi, vánalig hitaendurvinning í anlegginum sum merkir at ventilatiónin kølir húsini og at tað er yvirtrýst ella undirtrýst í húsinum, ið kann ávirka hvussu hurðar og vindeygu ganga, umframt inniklimaði.
Hvat er innregulering av ventilatión?
- Ein innregulering er ein máting og broyting av luftmongdini, soleiðis at tann rætta mongdin verður skift í húsinum. Somuleiðis, tryggjar hetta at rætta mongdin fer út í tey røttu rúmini.
Hvussu gongur innregulering fyri seg?
- Ein innregulering gongur fyri seg á tann hátt, at ein teknikkari hjá okkum ger útrokningar fyri hvat ventilatiónstørvurin er. Síðani verður innblásingin og útsúgving mált í øllum ventilum í bygningum við serliga útgerð. Hendan data verður síðani nýtt til at innregulera ventilatiónsanleggi og ventilarnir.