17 jun 2022

ERT TÚ OKKARA SØLULÆRLINGUR

ERT TÚ OKKARA SØLULÆRLINGUR

Vit leita eftir einum røskum og forvitnum persóni, ið vil vera ein partur av okkara sølutoymi og hjálpa okkum at vaksa enn meira.

Talan er um eitt spennandi arbeiðspláss, har tú kanst verða við til at menna fyritøkuna til framtíðar avbjóðingar.

UPPGÁVUR HJÁ TÆR:

- at selja vørur - at røkja kundar - at keypa vørur - Umsiting

VIT VÆNTA, AT TÚ…: - ert fyrikomandi og blíð/ur - arbeiðir skjótt og ert fleksibul - hevur koyrikort til bil

VIT BJÓÐA: - eitt fjølbroytt og mennandi starv - góðar umstøður og gott samanhald - eitt arbeiðspláss har nógv hendir - eina nýhugsandi fyritøku

Um Fokus Industry:

Fokus Industry er ein fyritøka, sum er staðsett í Tórshavn. Men arbeitt verður eisini út frá Klaksvík, Funningsfirði og Vági. Fokus Industry selur og veitir tænastur innan ídnaðarvørur til vinnulívið. Fyritøkan hevur eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar umstøður.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Christer Jacobsen, stjóra, á tlf. 225700.

Umsókn skal sendast til: fokus@fokus.fo