08 mar 2023

Enn eitt italskt samstarv hjá Fokus Industry

Enn eitt italskt samstarv hjá Fokus Industry

Hesa ferð er tað framleiðarin IMESA, sum er serliga kendur fyri sínar dygdar vaskimaskinur, turkitrumlur, o.s.v, til m.a. hotel, skip og annars ídnaðin sum heild. Samstarvið inniber, at Fokus Industry er eina umboð uppá vørurnar hjá IMESA í Føroyum. Hetta er sjálvandi enn eitt samstarv, sum vit eru sera spent uppá, og gleða vit okkum nú til at sleppa í gongd.

Vit vóru og vitjaði IMESA á okkara túri í Italia, har vit m.a. fingu sølu og tekniska venjing, og eru nú klár til at bjóða tykkum teirra vørur.

Vilt tú vita meira, so kanst tú seta teg í samband við okkum á tlf: 295700 ella á teldupost: fokus@fokus.fo