31 mar 2023

Fokus á ventilatión!

Í fleiri ár hevur FOKUS arbeitt við ventilatión, fyri tað mesta í samband við stórkøkar, men nú økja vit um og seta eitt størri FOKUS á hettar økið. Í hesum sambandið kunnu vit nú avdúka okkara nýggjasta samstarvsfelaga og umboð Dantherm Group. Vit eru sera fegnir um hettar samstarvið og bjóða okkum somuleiðis fram til smærri og størri ventilatións- og avfuktingsuppgávur. Dantherm er ein tann størsti framleiðarin av ventilatiónsskipanum, avfuktarum og luftviðgerðaeindum í Europa og hevur høvuðssæti í Danmark. Dantherm er serkønir innan luftskiftið og luftviðgerð og hava alskins loysnir til sethús, tøknirúm, kjallarar o.s.fr., men eru serliga kendir fyri teirra serloysnir til svimjihallir, ítróttarhallir, íbúðarblokkar og virkir. Óansæð um talan er um ventilatiónsskipan, fukt trupulleikar, ventilatiónsreinsan, innregulering ella okkurt heilt annað - Set teg í samband við okkum á tlf: 295700 ella teldupost: fokus@fokus.fo og vit finna eina loysn saman