13 nov 2023

FOKUS Á TRYGD

Aftur hesa vikuna hava tveir okkara fingiđ prógv innan sokallađ "process ventilatión".Sum navni sipar til, so er hetta ein sergrein innan ventilatión til eitt nú framleiđslumvirkjum, laboratorium, smiđjum, stórkøkum og øđrum sum arbeiđa viđ eini framleiđslu ella líknandi, iđ krevur ventilatión av einum ella øđrum slag.Í mun til vanliga "komfort ventilatión" á kontórbygningum, skúlum, stovnum, v.m., iđ snýr seg um at tryggja eitt ávíst inniklima og balansu til ein sømuligan rakstrarkostnađ, so snýr "process ventilatión" meira um hvussu man við ventilatión verjir arbeiđspláss og teirra starvsfólk fyri dálking iđ kemur frá framleiđsluni og vandar iđ kunnu vera ísamband viđ feiluppsetan og/ella missrøkt innan ventilatión.