25 nov 2023

FOKUS Á KEMISKA REINSAN

Í dag hava tríggir okkara staðið próvtøku og fingið útbúgving innan kemiska ventilatiónsreins og viðlíkahald av ventilatiónsskipanum og sostatt hava vit eisini fingið loyvisgóðkenning innan kemiska reinsan og viðlíkahald av ventilatiónskipanum.

Førleikamenning av okkara starvsfólkið er týdningarmikil partur av okkara virksemi og vit hava javnan okkara starvfólk á útbúgving innan okkara økið. Júst hetta økið, nevniliga, ventilatiónsreins og víðlíkahald av ventilatión, verður ofta gloymt burtur, men er ein neyðugur partur fyri at halda eitt sunt og gott inniklima, umframt at tryggja ventilatiónsskipanin koyrur sum hon skal og livir upp til krøvini ið eru ásett.