24 jan 2024

Ventilatiónsspesialistar

VENTILATIÓNSSPESIALISTAR ♻️

Ventilatión hevur ongantíð verið so nógv frammi sum júst nú og tískil er týdningurin av serkunnleika innan økið somuleiðis størri enn nakrantíð áður.

Tað er við stoltleika at vit kunnu kalla okkum “ventilatiónsspecialister”. Í 2023 kom hendan útbúgvingin út fyri fyrstuferð og herfyri fingu fyrstu 16 ventilatiónsspesialistarnir í ríkinum prógv og tríggir teirra eiga vit.

Ventilatión er grundarlagið fyri einum góðum og sunnum inniumhvørvi. Tað verjir okkara bygningar fyri fukti og aðari luftdálking, bæði heima og á arbeiðsplássinum, og hevur harvið ávirkan á okkara heilsu.

Sum ventilatiónsspesialistar, hava vit serkunnleika innan ventilatión, og kunnu hjálpa við smærri og størri verkætlanum innan: Montering Deminsionering Inniklimakanningum Innregulering Viðlíkahald Reinsan o.s.fr…

Sí meiri um ventilatión á heimusíðu okkara: https://fokus.fo/ventilationir

Um tit hava fyrispurningar ella spurningar um eitt hvørt innan ventilatión, eru vit tilreiðar at hjálpa á tlf. 295700 ella á ✉️ fokus@fokus.fo