17 jun 2024

VENT-ORDNINGEN Á VITJAN

Fokus Industry vóru stigtakarar til, at ein bólkur av ventilatiónslærlingum frá Roskilde Tekniske Skole tók VENT-skeiðsprógv saman við okkum her í Føroyum. Tríggir frá Fokus Industry hava tikið skeiðið og eru harvið vorðnir Vent-Teknikkarar.

Í samstarvi millum Fokus Industry Sp/f, Glasir, VENT-Ordningen og Roskilde Tekniske Skole varð undirvíst í ventilatiónskipanar-góðkenning. Klaksvíkar Sjúkrahús myndaði karmarnar um sjálva skeiðspróvsroyndina.

Í frítíðini var møguleiki fyri at uppliva føroysku náttúruna.

VENT ordningen er hægsti standardur innan gjøgnumgongd og tænastu av ventilatiónum í kongarríkinum.