13 aug 2024

HVLS VIFTUR - VÁGA FLOGHAVN

Í summar hava vit m.a. arbeitt á Vága Floghavn, har vit hava sett upp HVLS viftur frá Nordicco, sum Fokus Industry umboðar. HVLS stendur fyri High Volume Low Speed. Vifturnar nýta einans 50 watt, og eru tí sera orkusparandi!

Harumframt eru tær góðar til at gagnnýta hitan í rúminum, við at tann heita luftin, ið fer upp undir loftið, verður flutt niður og runt í rúminum - harvið er minni tørvur á orku til at hita rúmið. Umvent hava vifturnar eisini eginleikan at niðurkøla - og viðføra eitt betur inniklima.

Og so er tað sera einfalt at stýra teimum við Northern Sky hjá Nordicco.