19 sep 2024

FOKUS Á INNREGULERING

Tað er týdningarmikið at innregulera ventilatiónsskipanina fyri at fáa mest burturúr henni!

Hvat er innregulering av ventilatión ?

Ein innregulering er ein máting og broyting av luftmongdini, soleiðis at tann rætta mongdin verður skift í húsinum. Somuleiðis tryggjar hetta at rætta mongdin fer út í tey røttu rúmini.

Hvussu gongur tað fyri seg ?

Ein innregulering gongur fyri seg á tann hátt, at ein teknikkari hjá okkum ger útrokningar fyri, hvat ventilatiónstørvurin er. Síðani verður innblásing og útsúgving mált í øllum ventilum í bygningum við serligari útgerð. Hendan data verður síðani nýtt til at innregulera ventilatiónsanleggið og ventilarnir.