09 okt 2024
VENTILATIÓN Í KJALLARAÍBÚÐ
Nú veðurlagið gerst meira vátt og kalt, er gott at vera inni.
Tá ið ein er nógv inni, er týdningarmikið við einum góðum inniklima.
Eitt gott inniklima hevur stóran týdning fyri heilsuna og ikki minst fyri viðlíkahaldi av húsinum ella bygninginum.
Endamálið við ventilatión er partvíst at beina fyri luftdálkan, sum kemur frá menniskjum, yvirflatum og øðrum - og partvíst at skifta út ta dálkaðu luftina við frískari luft.
Niðanfyri síggjast myndir frá einum kunda, ið hevur fingið ventilatión í eina kjallaraíbúð.