15 jan 2026
STARVSLÝSING: LÆRLINGUR – VENTILATIÓNSTØKNINGUR
Hevur tú áhuga fyri handverki og tøkni? Vilt tú læra eitt praktiskt og spennandi arbeiði, har tú verður partur av einum virknum og dugnaligum toymi? Fokus Industry leitar eftir lærlingi sum ventilatiónstøkningur.
Um Fokus Industry: Fokus Industry er ein fyritøka, sum er staðsett í Tórshavn. Men arbeitt verður eisini út frá Klaksvík, Funningsfirði og Vági. Fokus Industry selur og veitir tænastur innan ídnaðarvørur til vinnulívið. Fyritøkan hevur eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar umstøður.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at kontakta okkum á tlf. 225700
Umsókn skal sendast til mail: fokus@fokus.fo