Søgan handan Fokus Industry
Fokus Service var stovnað í 1980’unum. Tað vóru Christer Jacobsen og aðrir, ið yvirtóku radio- og hvítvøru verkstaðin frá Marsten P/F. Fyritøkan helt tá til á Hálsi í Tórshavn.
Tá kreppan kom fyrst í 1990’unum, tóku Katrin og Christer Jacobsen hvítvøru partin úr Fokus Service, sum síðani bleiv til Fokus Industry. Katrin Jacobsen varð stjóri í felagnum frá byrjan til hon doyr í 2017.
MP Teknik Spf. keypir meirilutan av felagnum í mai 2021. Tá verða ognarviðurskiftini broytt soleiðis, at MP Teknik Spf., Christer Jacobsen, Halldórur Johansen og Jón í Gong eiga felagið.
Christer Jacobsen hevur arbeitt við hvítvørum síðani fyrst í 1970’unum. Fyrst hjá Marsten P/F, síðani hjá Fokus Service og nú hjá Fokus Industry.
Fokus Industry heldur til á Grønlandsvegi 31.