Vælkomin til Fokus
Tænasta er grundarsteinur undir virksemi okkara. Sostatt kunnu viðskiftafólk okkara verða vís í, at vit altíð gera okkara besta fyri, at veita eina góða tænastu óansæð uppgávuna. Í okkara eygum er ein góð tænasta, at vera til taks tá ið á stendur og at fáa uppgávurnar skjótt og væl avgreiddar til ein kappingarføran prís. Tískil veita vit eina 24/7 telefontænastu, og stremba altíð eftir at fáa avgreitt uppgávur skjótt og væl sum gjørligt. Somuleiðis vilja vit vera kappingarførir á marknaðinum og hava tískil skorið øll óneyðug millumlið vekk, soleiðis at viðskiftafólk okkara vita at vit altið hava ein kappingarføran prís og at eykalutir ella teknisk ráðgeving eru til taks sum skjótast.
SEINASTA KUNNING

25 mar 2025
FROÐBIAR SÓKNAR RÓÐRARFELAG
Ventilatión sett upp í bátahúsinum hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

24 jan 2025
FOKUS Á REINSAN – EITT SUNNARI INNIUMHVØRVI
Vit veita dygdargott ventilatiónsreins bæði privat og til ídnaðin. Við okkara tænastum fært tú eitt reinari ventilatiónssystem, su…

09 jan 2025
UNI ÚTLÆRDUR
Mikudagin 8. januar varð Uni útlærdur innan sølu. Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og bestu eydnu framyvir…
VIT UMBOÐA